Jacob Joensen
Babba

1.      Mítt føðiland,míttføðiland,
2.      Eg lovaði henni tann dag,
3.      Vakni upp úr svøvni hvíldartíð er av,
4.      Vit eiga eitt land, um enn fátækt og lítið,
5.      Hygg oyggin har liggur, so long og so mjá,
6.      Eg eri ein piltur á ellita ári,
7.      Vit seyðamenn so mangan hava,
8.      Tá tú situr eina
9.      Komi menn á fjall
10.    Hann sat og stardi framm um vegg,
11.    Nú køvdi hann av imjørka,
12.    Tá eg sum lítil piltur her stei tey løttu spor,
13.    Sameintir mugu vit verða,
14.    Nú stendur á monnum,
15.    Teir garpar sum við ár í hond,
16.    Magt verður nú drukki, í hesu óndu verð,
17.    Várt felag nú trýati ár baki ber,
18.    Nú stendur á monnum,
19.    Um tá stormur er, tá er ei nógv at gerða,
20.    Nú í líður so skjótt,

1. Lag.: Her býr eitt fólk eitt frýlint fólk...

Mítt føðiland,míttføðiland,
tú mær kennist ríkt,
frá fjallatrom til fjørðusand,
ei annar eigur slíkt,
sum ikki vildi dvína,
í hernað tú altíd vann,
og nýtti megitína.

Tú synir tínar tók í favn,
tá havið óblítt var,
tú veitti temum trygga havn,
her undir lið hjá tær,
um stormur leikar yvir vøll,
og brimi framm vid strendur,
tó vikast iki tíni fjøll,
alt eins og áður stendur.

Man tá ið summar sólin bjøet,
tær litar lið og ong,
má lutá vetrar náttin svørt,
sum áður kendist long,
tá havid níður fyri tær,
og kissir tínar føtur,
tá kennist atei eru fjær,
tær kvirru sælu løtur.
                                                         J.Joensen

2. Lag.: Hiv anker.
Eg lovaði henni tann dag,
sum heiman frá eg fór avstað,
at hvar eg var staddur um høv,
eg nokk skuldi skriva henni brøv,
eg bað hana bíða so søtt,
tí eg komi jú heim aftur skjórtt.

Ein dagin vit lógu í havn,
eg hoyrdu ein nevndu mítt navn,
ein rødd ið eg kendi so væl,
hon teskar so eymt og so sæl,
hon teskaði hoyr vinur mín,
eg leingist so sára til tín,
eg leigist, eg leingist til tín,
kom heim aftur kom vinur mín.

Eg vaknaði eg hevði dromynt,
men minnist hvat eg hevði gloymt,
tann røddin sum eg hevði kent,
hon hugin mín heim hevði vent,
til hana sum bíðaði mær,
til hana í vantaði svar,
eg skrivaði elskaða mín,
nu komi eg aftur til tín.
                                                   J.Joensen
3.
Vakni upp úr svøvni hvíldartíð er av,
aftur sòlin snimma reisur reisur seg úr kav,
svarta vetrarnáttin horvin, sístu fannir fella tár,
kendir fuglaljómar boða nú er vár.

Aftur grønkast vilja líðirnar og fjøll,
eingir óðnarstormar leika yvir vøll,
áður gráða grýska havið verður silvurlita alt,
fjálg er líðkan, áður kendist her so kalt.

Leita gamlar gøtur, lít út yvir ong,
yndisligt tú hoyrir vársins vana song,
eydnuríkar kenslur spretta tá sum blómurnar í líð,
innubyrgdar av tí farnu myku tíð.

Kanst tú elskað annan blettin her á jørð,
kanst tú elskað aðrar strendur annan fjørð,
her hvar fedrar hava livað, síðan lagdir undir mold,
her er heimi mítt tað besta stað á fold.
                                                                                       J.Joensen
4.

Vit eiga eitt land, um enn fátækt og lítið,
fjarlagt tað liggur á norðhavsins leið,
um okkum var bjóða annað í býti,
størri og ríkari skiftu vit ei,
tí her hava okkara hjørtu fest røtur,
her eru bundin óslítandi bond,
her eru trakkaðar algamlar gøtur,
dragandi minnir av forfedra hond.

Her hava fedrarnir virka í forðum,
markina kørgu umskapa til ong,
ferðast á fjalli í urðum og skorðum,
treystir og fródir um leiðin var long,
arbeiddi til teirra seinastu stund,
um summari úti um veturin inni,
elskaði landi teim guð hevði unt.
                                                                      J.Joensen

5.
Mítt føðiland,mítt føðiland,
tú mær kennist ríkt,
frá fjallatrom til fjørðusand,
ei annar eigur slíkt,
sum ikki vildi dvína,
í hernaði tú altíð vann,
og nýtti megi tína.

Tú synir tínar tók í favn,
tá havið óblítt var,
tú veitti temum trygga havn,
her undir lið hjá tær,
um stormur leikar yvir vøll,
og brimi framm við strendur,
tó vikast iki tíni fjøll,
alt eins og áður stendur.

Man tá ið summarsólin bjøet,
tær litar lið og ong,
má lúta vetrarnáttin svørt,
sum áður kendist long,
tá havið níður fyri tær,
og kissir tínar føtur,
tá kennist at ei eru fjær,
tær kvirru sælu løtur.
                                                         J.Joensen
                                                                                  


6. Pillturin
Eg eri ein piltur á ellita ári,
við brókum ið knappliga røkka á knæ
frøknut er nøsin og kortklipt er hári
við lið hongur svør gjørtúr harasta træ
tað verður ei leingi til stórur eg verið,
men enn er tað mesta fortreð ið eg gerið,
men skjótt verður tað ikki so.

Tá eg veri stórur tá verð tað betri,
tí tá kann eg gerða alt hvat ið eg vil,
tá kann eg baksa á sumri og vetri,
á sjógvi og landdi sum huður er til,
men enn tekur mamma meg ofta í oyra,
hon sigur at nú mást tú  lítli mín hoyra,
tú gert ikki meira fortreð.

So skjótt sum eg prestahond fí á skallan
eg fái mær bát og ein sterken motor,
kalvan og torskin og hýsuna alla
við ongli og króki eg syfti umborð,
eg keypi ein veðr fyri trýhundrað kronir,
úr handlinum keypi eg túsindpatrónir
og skjóti ein skarv og ein hval.

Eg farið til grønlands við Jógvan Elias
tí dangurnar tímí eg ikki umborð
tað halda pápi og eg verða frægast
lítli mín lít bara á hesi orð
hvat í berst á, verð tú  ei bilsin
tak hendur í alt bæðið trolið og gilsin,
so verður tú drúgvast til mann.

Um heysti tá eg komi aftur til landa,
eg fari til havnar og meldi meg til,
á skiparaskúla tað er eingin vandi
har fái eg brúk fyri viti og skil,
eg læri til skipara, stýrimann so lættan
tá kenni eg meg sum ein sjógarp so rætten
ja tá verður frødi á mær.

So steðgi eg heima í mánaðir fýra,
so haldi eg leiðina suður í verð,
ein dampara stóran eg sjálvur skal stýra
sum siglur við meira enn tjúgu míls ferð,
í Afrika eg mær ein apukatt fangi
í Kina ein túr eftir múrinum gangi
so vinki eg till Chuen-lai.

I Japan har keypi eg koppar og skálir
í Ruslandi vodka og gott kaviar,
í Tysklandi riflir og trýstrentar nálir,
til Onglands ein túr  har eg fari á barr,
so venda vit skútuni móti Alaska
har skal eg ein posa av gulli mær vaska
og smugla hann heim aftur við.

Eg komi til Nólsoyar aftur at búgva
og byggi mær hús bæðið vøkur og stór
tá skulu tit øll, sum meg hoyra mær trúgva,
eg verið væl ríkari enn tá eg fór
tá mangler mær bara tað henstasta henta
ein ung og vørkur og yndislig genta
eg fái at giftadt við mær.

                                                                                      J.Joensen
7. Seyðamansvalsurin.:
Vit seyðamenn so mangan hava,
ein ódnardag í urð og skor,
tá jørðin øll er klødd við kava,
vit takað mangt eitt tungligt spor,
við hettuni á høvdi
og turriklæð um háls,
í skølingarnar skøddir,
og halda so til fjalls.

Vit ganga hagan upp og niður,
inntil hvønn seyð vit hava sætt,
tað er jú seyðamanna siður,
ein gjóllingur skal fangast,
og bótin skerast frá,
tveir veðrar hava stangast,
so annar eftir lá.

Man oftani kann verða argur,
tá seyðurin hann stryggur er,
tí seyðurin hann stryggur vargur,
í haga stóran skaða gerð,
tí man tað verða betur,
at fáa hann ei í vetur
seg rennur upp í rak.

Men tá so klippingin er gingin
í grimbrarbar koyrt gott medesin
og allur seyðurin er fingin
og vaskaður ú kreolin
tá fara vit at fletta
við pegulin í knokk
hvønn speril sundir detta
tað klára vit jú nokk.
                                                                  J.Joensen
8.
Tá tú situr eina
heilt aleina
kærar heilsur send tú heim- heim til mín
minst til tá tú leingist, sára leingist
bestu ynskir sendi eg til tín
so heilsa heim við einum vøkrum blómuknýti
vísa mær at tú enn í huga ber
tær flestu ynskja gull, um annað virða lítið
blómuknýti meg so eydnusælan ger
kanst tú minnast fyrstu ferð vit vóru saman
vit sóðu vakrar blómur sprotnar út, og eg hentaði til tín
so heilsa heim við einum vøkrum blómuknýti
tá eg kenni at tú elskhug ber til mín.
                                                                                               J.Joensen
9. Komi menn á fjall.:
Komi menn á fjall
nú er ei at bíða,
fylli tóman hjall,
tíðin hon man líða,
gangi so við ferð,
um urð og smælar rásir,
tá dagur liðin er,
hongur fullur ásur.

Reki alt í rætt,
latið einki sleppa,
hevur hundur skrætt,
mugu tit hann kleppa,
gimburin hjá Per,
líkist einum frensi,
lendabrotin er,
veðrurin hjá Jensi.

So tá alt er bítt,
farið so og fletti,
er tolgastykki snítt,
tað ger einki petti,
geldærin hjá Pól,
vigaði eitt sindur,
Petur gekk og mól,
fekk ei í eitt yndur.

Um onkur kennir till,
á gólvinum sær rembir,
fløkist millum vil,
og óvaskaðar vembur,
vaski vomb og mør,
rukkulakkan venda,
stingið ongun skørð,
nú fjalldagur er enda.
                                                             J.Joensen
10.
Hann sat og stardi framm um vegg,
og minist franar løtur,
væl grána var hans hár og skegg,
og troyttar vóru føtur.

Hann mintist tá sum piltur hann,
við horn og geislar spældi,
tá hann um heyggj og brekku rann,
smálomb á bønum taldi.

So nabgan hann á kletti stóð,
við tráðuni í hendi,
hann stóð og stardi út á sjó,
so lítlan gann seg kendi.

Hann mintist manga heystarstund,
tá sieður var við landi,
og nótin útsett var við skund,
og drigin full mót sandi.

So skjótt og brátt hann fermdur var,
hann mátt og megi kendi,
hann sigldi áttamannafarð,
við stýrisvøl í hendi.

Øll síni bestu manndómsár,
hann gistið fjarar strendur,
við íslands strond eitt kuldavár,
ei spardar vóru hendur.

Hann mintist havið silvurbleikt,
sum spegl tað var at sílvurbleikt,
ei stjørna sást, men mánin veikt,
seg trongdi millum skýggja.

Slík løta leiddi tankar heim,
hon bloytti hjartarøtur,
til børn og viv og vinir teim,
væl untist sælar løtur.

Men havsinshvíld hon stokkut er,
brátt brot og stormar berjast,
tey inna kunnu skæða gerð,
tá máttu skútur verjast.

Nei stormurin hann steðgar ei,
fer hvínandi um ræðir,
hann leitar yvir havsins leið,
og kvøður sorgarkvæðir.

Hann kvæð um teir í sístu bøn,
ímóti himni sendi,
teir havið tók sum sína løn,
ei heim aftur teir vendi.

Nú sat hann har, ein hvíldarstund,
ein stokkut hvíldar løta,
hann boðin er til stóran fund,
í himni frændum møta.

Hann hoyrir til tann stóra bólk,
sum sína arbeiðsmegi,
væl unti føroya land og fólk,
hann arbeiddi við gleði.
                                                                     J.Joensen
11.
Nú køvdi hann av imjørka,
kámadist fjallatindar,
flókar um upsir seg førka,
fjardgløgga mannin blinda.

Kleimdi seg yvir fjørdin,
skúgvadi dagin bjarta,
beyt seg fasten í svørdin,
undradist mannahjarta.

Tigandi ganga fedgar,
slota um grádan heidin,
ferd teirra brádan steggar,
hvør er nú rætta leidun.

Tá legdi nordan í vadi,
sópadi brekkur og fløtir,
høvisligt aftur stód kagid,
og fedgarnir funnu á gøtur.
                                                                  J.Joensen.
12.
Tá eg sum lítil piltur her stei tey løttu spor,
í huganum eg kendist stórur maður,
droymdi meg sum garpan tann, á skipsdekk steig umborð,
 mín mjørkamorgun gjørdirst sólskinsdagur,
hugurin meg førdi fram um høv og oyðustrendur,
har jøklatinder standa lið um lið,
har tankarnar til heimi verða sendir,
og stormar leika í ei geva grið.

Og víðari mín dreymaferð um knøttin allan gekk,
har nokk er fyri eyguni og minni,
eg óndskap og elendigheit og hat ei síggja fekk,
ið ei er gott til óspilt barnasinni,
klókar menn og høvdingar, í
sá stroyda óndskarpssá til stríð, við list,
ei rørdi teir tað veld av neyð og sorgum,
ið nomu tey sum vin sín høvdu mist.

Tankarnar teir flúgva runt, um oyggjar høv og lond,
men ongastaðni kendust tryggar gøtur,
teir støðast ei men vendu aftur móti føroya strond,
tí einast harvteir kunnu festa røtur,
her er so gott og hugnaligt tá sól um oyggjarhorni,
sín silvurlit á fjarir hevur fest,
her kennist trygd á kvøldi og á morgni,
ju her hjar okkum her man verða best.

                                                                                           J.Joensen.

13. Yrking
Sameintir mugu vit verða,
tí her má nakað gerðast,
sambandi kúgast má,
allir vit byrðirnar berða,
tað danska má alt kasserast,
tá fyrst vit alt landi várt fá,
Føroya fólk tað skal ei longur bløða,
ei heldur vit vilja danskin longur gøða,
danskurin má sambandsmenninar løða,
men vit vilja helst hoyra Jóannes bónda røða.

Verða vit aftur bundnir,
og trakkaðir undir føtur,
tað verður ikki so gott,
skiljast vit mugu sundur,
og ganga okkara gøtur,
sjálvt um tað gongur smátt,
okkara oyggjar vit vilja so væl bevara,
sambandsmonnum vit vilja aftur svara,
at vit ikki undir Danmark aftur fara,
føroyskt og ikki danskt í skúlunum læra.

                                                                                       J.Joensen
14.
Nú stendur á monnum,
kann sigast av sonnum,
teir spara seg ei,
nú veðrið er batna,
á sjónun er slætna,
so tóm stendur kaj,
hvør fjøl ið flítur, ar farin avstað,
og stevnir mót havið væl fyri dag.

Nú síggjast væl ýtir,
og báturin flútur,
á góðari leið,
teir ovaru kniklar,
og brekkurnar miklar,
og rustin er breið,
og brekkurnar miklar,
og rustin er breið,
tað gongur eystur eitt lítið kvink,
vit reka um besta torska plink.

Nú stendur í botni,
nei drag bara hin rodni,
av lív og list,
tað grenjar í tollun,
og rýkur ú bollun,
hvør verður fyrst,
hann haldast má undur so rakstur fast,
so ei mást tú fløkjast og missa kast.

Nú skuturin treingist,
ei báturin sleingist,
so væl seg ber,
so rundur av fiti,
og blankur á liti,
hvør toskur er,
teir draga av alvi, utten steðg,
nú byrjar at rapla um toftubek.

Tað tekur at skíma,
so best er at ríma,
jú, fiska er nógv,
at sigla mót landi,
ei er nakar vandi,
við skúmi um bógv,
hvør maður seg hvílir eitt lítið bil,
brátt aftur til brúnna teir leggja til.

Brátt liggur á brúgvin,
ein massi av rúgvin,
at gerða rent,
tá liðugt er viga,
tá verður seint,
ein fongríkur dagur at enda er,
og gævi tann næsti eins mikið ber.
                                                                        J.Joensen













15.
Teir garpar sum við ár í hond,
og føgrum lag á munni,
í lýsing róðu framm við strond,
og hildi út um grunni,
teir árar liftu slag í slag,
og sungu teirra væna lag,
hvør einstakur til harran bað,
at heim aftur teir vunnu.

Teir garpar sum við stav hond,
á seinum heystardegi,
í fjalli hildu upp frá strond,
har illgongt var og smeði,
teir róku seyð um fjallarás,
á kvøldi áttu prúðan ás,
til viðskera og vetrar krás,
tað teimum var ein gleði.

Teir garpar sum við haka í hond,
á fornun bletti stóðu,
teir leidddu harrans sterku bond,
so hugaðir teir gróðu,
teir røktu teirra fedra arv,
frá sólin reris tilsólin hvarv,
so hugaðir við strevi starv,
teir forfedrarnir fróðu.

Teir garparnir sum hond í hond,
sær leikaðu við stevi,
til teirra ganfa vinarbond,
teim allan heiður gevið,
teir bygdu hetta land í fyrnd,
ei ræddust ódnar sjógv og vind,
teir verið okkum fyrimynd,
í okka stríð og strevið
                                                                            J.Joensen

16.
 Magt verður nú drukki, í hesu óndu verð,
teir vevja saman katt við rosinur snús og gerð,
og drekka tað við gleði ´teir siga skál og takk,
um tað er sjúraberg ella tað er ymmijak.,
takk, takk ymmijak,
nei einki er sum tað,
sum katt og ymmijak.

Teir fylla í tunna allan træmans skitt,
karrotin eplir av gimbri nokk so fitt,
so takað teir ein stav og røra alt so væl,
nú skuldi verða alt, nú bert tað gera skal.,
takk, takk ymmijak.........

At grada henda drykkin, tað tekur onga tíð,
teir hanga egtir halanum ein katt niður í,
so stendur tað í mánar, ja helst í fleiri á,
men drekkast kann tá  katturin hann missur av sær hár.,
takk, takk ymmijak..........

I kvøld vit vilja samlast et drekka ymmijak,
ei nakar heima situr, men allir siga takk,
teir gálva og teir snerkja, og hvat í tað var súrt,
men nú er bert at hopa at eingin hevur lúrt.,
takk, takk ymmijak................
                                                                                                      J.Joensen
17. Várt móðurmál tað hevur.
Várt felag nú trýati ár baki ber,
tí sita nú í kvøld vit øll samlaði her,
vit vilja okkum gleða við spæli, skemt og sang,
ei nakar heima situr og missur henda tjans.

Gott fáa vit at eta, tað yvast vit ei í,
knettir og suppu við bollum úti í,
køtur og kaffi, jú tað er saktans gott,
tá haldi eg vit kunnu halda á tað heilli nátt.

Vit saman hava hildi, og tikið mangt eitt tak,
og staðið sum brøður í okkara sak,
vit komnir eru langt, men vit vilja longur enn,
og longur kunnu vit koma, um á  verður tikið í senn.

Várt felag nú má blóma, og lirmir koma til,
at málinum at náa, vit kunna um eitt bil,
tá allir standa saman, tað fellir alt sum spæl,
eitt siga allir samdir at útinnast  tað skal.

So manga góða løtu og hugnaliga stund,
vit bæðið ung og gomul hava haft á Royndarfund,
har bæðið mong skemtulig og álvarsom orð,
hava verið væl framborðin frá talarans borð.

Teir gomlu vit ei gloyma sum byrjaðu tað verk,
 ei heldur teir yngru sum framt atð hava sterk,
vit hava teir í minni í kvøld vit sita her,
og enhvør av okkum sína tøkk til tín framber.

I hvørjum einum limi, seg knítir hvør ein spong,
tá hann sær felagsmerkið várt vundi hátt á stong,
 undir tí vit vilja samlast, og standa fast sum ein,
og vísa okkum sterkar, sum ein fullgóð føroysk grein.
                                                                                             J.Joensen.



18.
Nú stendur á monnum,
kann sigast av sonnum,
teir spara seg ei,
nú veðrið er batna,
á sjónun er slætna,
so tóm stendur kaj,
hvør fjøl ið flítur, ar farin avstað,
og stevnir mót havið væl fyri dag.

Nú síggjast væl ýtir,
og báturin flýtur,
á góðari leið,
teir ovaru kniklar,
og brekkurnar miklar,
og rustin er breið,
tað gongur eystur eitt lítið kvink,
vit reka um besta torskar plink.

Nú stendur í botni,
 nei drag bara hin rodni,
av lív og list,
tað grenjar  í tollum,
og rýkur úr bollun,
hvør verður fyrst,
hann haldast má undur so rakstur fast,
so ei mást tú fløkjast og missa kast.

Nú skutirin treingist,
ei  báturin sleingist,
so væl seg ber,
so væl seg ber,
so rundur av  fiti,
og blankur á liti,
hvør toskur er,
teir draga av alvi, uttan steðg,
nú byrjar at rapla um toftubek.

Tað tekur at skíma,
so best er at ríma,
jú, fiska er nógv
at sigla mót landi,
ei er nakker vandi,
við skúmi um bógv,
hvør maður seg hvilir eitt lítið bil,
brátt aftur til brúnna teir leggja til.

Brátt liggur á brúgvin,
ein massi av rúgvin,
at gerða reint,
tá liðugt er viga,
tá verður seint,
ein fongríkur dagur at enda er,
og gævi tann næsti eins mikið ber.
                                                                                 J.Joensen
19. Rekastøðumaðurin kvøður.:
Um tá stormur er, tá er ei nógv at gerða,
tá freistist eg so oftani at fara at spadsera,
ganga framm við strondini, ei gloyma kastibodini,
lummalykt í hondini, og lýsa út á sjógv.

Tí Atlantashavið tað er stórt, so mangt og hvat hat flýtur,
eitt sløg eg altíð rokni við her uppá landi góðum lag,
viss eg fái  dragsa tað, eitt sindur niðan frá.

Har uppi millum steinarnar har liggur slongd ein tunna,
men hygg har í taranum ein veingjabrotin dunna,
hon ikki gongufør, at svimja er hon eiðasør,
rikin út um allan fjørð, og lika lúkst á land.

Eg út ígjøgnum urðina fann trýoghálvfjers fjalir,
og mitt ímillum teirra lá ein gamal neutahælur,
fann ein heilan gummiskógv passaði ei á mín hógv,
blakaði hann út á sjogv, og gekk so longur framm.

Har úti undur nesinum, har fleyt ein njarravøttur,
við síðuna ein bukkvaldskassi sum var samanpløddur,
ein skamm har út um nesi rak, eitt gamalt trillubøruvrak,
í ein stein við mikið brak, ein fløska fór so beint til hús.

À møluni ja har nógv, eg vil ei frá tí greiða,
so at eingin annar ferð, eg vil alt sjálvur eiga,
har var sum í runsuval, blikk og sprek í túsundtal,
helt meg hava fingrið væl, og fór so beint til hús.

Ein sunnumorgun tíðliga, tá hoyrdist tílík róp her,
at úti fyri kletti fleyt, ein yvurvaksin kópur,
rak inn eftir víkini, lendi undir bríkini,
tá var lag á týkini, hon vantar gðán kost.

Tá vesturætt og útsinningur leika av tí harða,
tú skøð teg væl og klæð teg  væl, tað skalt tú ikki spara,
tær ein túr í fjøru far, vita um tú nakað sær,
vissi at tað lukkast tær, ja so er kubbi víst.

Og vissi at tú gongur nógv, so skal tað ikki gretta,
at onkra nátt so verður tað at tú manst gerða kvetti,
bygg tær so ein nýggjan hjall, og einn veðragjólingspall,
tí at tá teir fara á fjall, tá keypir tú tær ein.
                                                                        
Lag.: Bamsefar.
                                                                                              J.Joensen


20. Neytakonusangurin.:

Nú í veturin líður so skjótt,
eg takið av hyllu, mína sjeypotta dyllu,
og viti, alt um hon er tøtt.

Tá so neytini ú eru slept,
eg biðiskinn takið, og dyllu á baki,
og kraftfóður havið eg keypt.

Og so fúka vit allar avstað,
í veitir vit hegla, um steinar vit bekla,
men tó altið í fínasta lag.

Tá ið kýrnar kennast við fólk,
tær fara at brøla, tí á  sær tær føla,
at tær skulu troyttast við mjólk.

Vit binda um beinini haft,
tá standa tærstillar eru ei villar,
og koyra í kýkin av kraft.

Til at mjølka tað dámar mær væl,
eg siti og rikki, í boppurnar skrikki,
ja at mjólka tað dámar mær væl.

Um hafti lá eftur við hús,
 so fingu vit mangan, ein hla undir vangan,
um at hafti lá eftir við hús.

Um at tarvurinkemur framvið,
og hann ætlar at stanga, fær hann undir vangan,
og fer eftir reyv nøkur stig.

Vit á dylluna binda eitt skinn,
so rista vit hna, luft úr henni spræna,
tá eru vit fróðar í sinn.

Nú er høgættin blivin so køld,
vit fara so fúsar, við skundi til húsar,
tí vit skulu avstað aftur í kvøld.

                                                                                J.Joensen